Føroysk Filippinsk Tænasta (FFT)
Menu
Home Page
FFT
Um FFT
Spurningar og svar
Sponsorskipan
Tín hjálp
Sponsoravtala
Um familjur
Projektir
Skúlar
Myndasavn
Neyðhjálp
ðindi
FFT fólk
Kontakt
FFT in English


Tú kanst hjálpa!

Á hesum síðum kanst tú lesa um arbeiði hjá Føroysku Filippinsku Tænastuni. Tú fært vónandi samkenslu við illa stæddu børnunum, men tín samkensla er ikki nóg mikið til at gera mun í teirra gerandisdegi.
Tak eina góða avgerð. Vís tína samkenslu í verki!

Tú kanst hjálpa uppá tveir mátar. Tú kanst tekna teg sum sponsor ella geva gávu til FFT-arbeiði.

Tekna teg sum sponsor!
Um tú hevur møguleika at geva eina fasta upphædd uppá 175 kr. ella meira regluliga hvønn mánaða, er best at tú teknar teg sum sponsor.
Eg vil tekna meg sum sponsor í dag!

Gev gávu til arbeiði!
Um tú ikki hevur møguleika at geva eina fasta upphædd regluliga, ert tú vælkomin at geva gávur tá til ber til okkara arbeiði.

Set pening inn á hesar konti:
Føroya Banki 6460 457.777.0
Postgiro 7 77 71

Tað er neyðugt at tú viðmerkir: Gáva!

Um tú hevur onnur hugskot um hvussu tú kanst hjálpa, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum.

P.S.: Send ikki klæðir ella pakkar til FFT! Tað er ov dýrt at gjalda toll á Filippinunum fyri stórar pakkar við klæðum. Peningurin er betri brúktur sum gáva at senda til Filippinurnar gjøggnum bankan.