Føroysk Filippinsk Tænasta (FFT)
Menu
Home Page
FFT
Um FFT
Spurningar og svar
Sponsorskipan
Tín hjálp
Sponsoravtala
Um familjur
Projektir
Skúlar
Myndasavn
Neyðhjálp
ðindi
FFT fólk
Kontakt
FFT in English


Neyðhjálp til neyðstødd eftir náttúruvanlukkur
7 myndir at taka niður - vinarliga ver tolin.

Neyðhjálp til neyðstødd eftir jarðskjálvtar
Fyrsta arbeiði hjá Føroysku Filippinsku Tænastuni byrjaði av Dreparaskjálvtanum tann 16. og 17. juli 1990. (Les FFT søguna) Hesir skjálvtarnir vístu 7,3 og 7,1 á Richter skálanum. Hesir og mangir aðrir skjálvar aftaná raktu norðara part av Filippinunum.

Eg var heima í Føroyum saman við konuni, tá hetta hendi, og vit frættu at Dreparaskjálvtin hevði gjørt nógvar filippinarar neyðstaddar. Verfaðir mín. fyristøðumaðurin Conrado Domingo segði, at um vit savnaðu hjálp, kundu vit senda hana til teirra, og tey vildu geva hana til tey neyðstøddu.


Her pakka bíbliuskúlanæmingar neyðhjálp at geva neyðstødum.

So eg setti eina lýsing í Dimmu og skrivaði ein tíðindastubba um hvussu føroyingar kundu geva pening til kontoina hjá FFT. Nøkur fólk góvu, og vit vóru sera glað um at okkara roynd at hjálpa veruliga gjørdi mun.


4 fólk doyðu í hesum skriðulopinum og ein saknast enn. Markin á myndini er ikki til longur. Flóðin vaskaði jørðina burtur.

Savnaði peningurin var brúktur at keypa rís, dósamat og aðrar neyðsynjarvørður til tey neyðstøddu.

Neyðhjálp vegna megnaródnina Angela
í desember 1995 herjaði ein megnaródn Filippinurnar. Hon var kallað Angela ella Rosing. Føroysk Filippinsk Tænasta hjálpti fólkum í bygdini Almaguer North í Bambang kommununi. Neyðhjálp var givin til 97 familjur - næstan 600 fólk.

Medicinsk hjálp var givin til fólk har umfarssjúkur herjaðu.

Megnaródnin hevði øguliga vindstyrki og nógv regn við sær. Hetta førdi til yvirflóð og skriðulop. 50 hús vóru rakt í Nueva Vizcaya landslutinum, tá áirnar Apian and Sta. Fe flutu yvir.

Tá myndin var tikin var flóðin 2 føtur lægri, enn tá hon var uppá sítt hægsta.

Nógvar av familjunum mistu alt tað týdningarmesta tey áttu og markirnar vóru oyðulagdar og nógv djór deyð.

Items to be packed as relief-aid
Rís og aðrar vørður verða pakkað sum neyðhjálp.

Beinan vegin vit hoyrdu um megnaródnina Angela byrjaðu vit innsavningina. Savnaða hjálpin var brúkt til at keypa mat til tey neyðstøddu vegna náttúruvannlukkuna.


Húsini hjá nógvum familjum vóru oyðiløgd og tey máttu byggja sær onnur skýlir.

Bygdaráðsformaðurin var biðin at gera ein lista yvir tey neyðstøddu. Áðrenn hjálpin var býtt út hildu tey eina andakt. Aftaná skrivaðu tey neyðstøddu undir uppá listan og fingu sín neyðhjálpspakka.


Hesin maðurin var sera sera glaður fyri at fáa hjálp.

"Tað er ein gleði at geva neyðhjálp til tey neyðstøddu, og ein góður møguleiki at boða teimum frá Guds kærleika", skrivaði Rev. Conrado Domingo til okkum í síni frágreiðing um hjálpina hann hevði verið við til at geva teimum neyðstøddu frá Føroysku Filippinsku Tænastuni.