Føroysk Filippinsk Tænasta (FFT)
Menu
Home Page
FFT
Um FFT
Spurningar og svar
Sponsorskipan
Tín hjálp
Sponsoravtala
Um familjur
Projektir
Skúlar
Myndasavn
Neyðhjálp
ðindi
FFT fólk
Kontakt
FFT in English


Svar uppá spurningar

Yvirlit yvir spurningar:

Teir tídningamestu spurningarnir fyrst:

1. Hvat er Føroysk Filippinsk Tænasta ella FFT?
2. Er Føroysk Filippinsk Tænasta ein lóglig hjálpartænasta?
3. Er Føroysk Filippinsk Tænasta ein kristin hjálpartænasta ella bert ein sosial hjálpartænasta?
4. Kemur hjálpin fram?
5. Hvat fær barnið fyri sponsorpengarnar?
6. Hvussu leingi noyðist eg at hjálpa einum barni, um eg tekni meg sum sponsor?
7. Hvat fái eg at vita um barnið og familjuna, tá eg havi teknað meg sum sponsor?
8. Hvussu nógvir sponsorar hjálpa einum barnið?
9. Kann eg hjálpa fleiri børnum?
10. Kann eg hava samband við barnið og familjuna?
11. Er nakað eftirlit við um tørvur er á hjálpini?
12. Er nakað eftirlit við um hjálpin verður brúkt rætt?
13. Hvar á Filippinunum er virksemið hjá FFT?

Um børnini og familjurnar, sum fáa hjálp

14. Hvørji børn fáa hjálp?
15. Eru børnini Føroysk Filippinsk Tænasta (FFT) hjálpir á einum barnaheimi?

Um skúlarnir

16. Eru skúlarnir almennir?
17. Eru skúlarnir katólskir?

Um fíggjarligu hjálpina

18. Hvør fær pengarnar? Er tað børnini ella foreldrini ella skúlin?
19. Noyðist eg at geva fíggjarligar føðingardags og jólagávur, tá eg eri sponsor?
20. Hvussu langt frammanundan skal eg inngjalda eina gávu, fyri at hon skal koma fram til rætta tíð?
21. Kann eg senda pening til teirra í brævið?
22. Kann eg geva eyka pening til mítt sponsorbarn hvønn mánaða?
23. Hvat er tað mesta eg kann geva mínum sponsorbarnið hvønn mánaða?
24. Hví skal nummarið hjá barninum viðmerkjast á øll inngjøld í peningastovninum?
25. Er neyðugt at hava fasta flyting?
26. Hvussu nógv fer til fyrisiting av sponsorgjaldinum?
27. Kann eg geva eina gávu til arbeiði hjá FFT sum heild? Hvussu?

Um gávurnar

(Les eisini spurningarnar: "Um fíggjarligu hjálpina" og "Um bræva og pakkasamband")

28. Er tað betri at eg gevi pengar, so tey kunnu keypa eina gávu, enn at eg sendi eina gávu í postinum?
29. Fáa tey gávurnar eg sendi?
30. Noyðist eg at geva føðingardags og jólagávur, tá eg eri sponsor?
31. Hvørjum hava tey brúk fyri?

Um bræva og pakkasamband

32. Hvussu er best at senda eina gávu fyri at hon skal koma fram?
33. Noyðist eg at skriva brøv, tá eg eri sponsor?
34. Kann eg senda bræv til familjuna eg hjálpi, sjálvt um eg ikki dugi enskt?
35. Hvat skal eg geva í føðingardags og jólagávu?

Ymsir aðrir spurningar

36. Halda tey jól, ella hvussu halda tey jól?
37. Hjálpir FFT bert børnum?
38. Kann eg hjálpa einum trúboðara?
39. Hví hevur FFT ikki konti í øllum peningastovnunum?
40. Hví skrivar FFT Filippinurnar í staðin fyri Filipsoyggjarnar?

 Svar til spurningar:

Teir tídningamestu spurningarnir fyrst:

1. SPURNINGUR:
Hvat er Føroysk Filippinsk Tænasta ella FFT?

SVAR:
Føroysk Filippinsk Tænasta, stovnað 30. juli 1990 er ein neyðhjálpar og menningar tænasta. Arbeitt verður við at savna fíggjarligan stuðul til neyðstødd eftir náttúruvanlukkur og eisini at hjálpa fátøkum filippinarum í aðrar mátar.
Dagliga høðusarbeiði er at útvega sponsorar ella hjálparfólk at gjalda fyri skúlagongd og sjúkrakassagjald hjá børnum frá fátøkum filippinskum heimum.
Harumframt verður roynt at útvega fígging til at byggja skúlar. Higartil er ein forskúli bygdur í Comon, ein í Caterman. Ein grundskúli er bygdur í Bambang (higartil við 4 rúmum). Nevnast kann eisini at orsakað av FFT eru 4 aðrir forskúlar virksamir í læntum hølum.
Møguleiki er eisini at:
a) hjálpa bíbliuskúlanæmingum, trúboðarum og samkomuleiðarum við føstum mánaðarligum gjaldi.
b) hjálpa við at fíggja skúlabygging og skúlaútgerð.
c) hjálpa við at fíggja arbeiðsskapandi tiltøk á Filippinunum.
d) at stuðla evangeliserandi tiltøkum.
Hava nakrir av nevndu møguleikum (a, b, c ella d) serligan áhuga, vinarliga set teg í samband við FFT og vit vilja vera sera glað fyri at hjálpa tær og filippinarum við hesum.

Til yvirlit yvir ofta spurdar spurningar | TOP


2. SPURNINGUR:
Er Føroysk Filippinsk Tænasta ein lóglig hjálpartænasta?

SVAR:
Áðrenn FFT heitir á fólk um at hjálpa, tryggja við okkum loyvi frá Føroya Landfúta at hava almenna innsavning.

Til yvirlit yvir ofta spurdar spurningar | TOP


3. SPURNINGUR:
Er Føroysk Filippinsk Tænasta ein kristin hjálpartænasta ella bert ein sosial hjálpartænasta?

SVAR:
Føroysk Filippinsk Tænasta er ein kristin hjálpartænasta og ikki bert ein sosial hjálpartænasta. Vit meta tað hava stóran týdning at vit eisini veita andaliga hjálp til tey, sum vit hjálpa. Tí arbeiða vit bert saman við persónligt og evangeliskt kristnum fólkum á Filippinunum.
Tey, sum móttaka hjálpina noyðast ikki at gerast kristin ella ganga á møtir í samkomunum, men við tað at hjálpin kemur gjøggnum kristnar samkomur í býnum ella bygdini har fólk búgva, fáa fólk áhuga og gerast forvitin um hvat gongur fyri seg í samkomunum.
Tá neyðhjálp verður givin eftir náttúruvanlukkur, verður stutt møtið ella andakt hildin, áðrenn byrja verður at býta hjálpina út.

Til yvirlit yvir ofta spurdar spurningar | TOP


4. SPURNINGUR:
Kemur hjálpin fram?

SVAR:
JA! Vit hava gott og regluligt samband við skúlarnar. Við fíggjarligum eftirliti av ymsum sløgum, myndum, frásøgnum, brøvum og triðjahonds vitnum kunnu vit glað staðfesta, at hjálpin verðuliga kemur fram. Tað er eisini drívkraftin hjá okkum, sum arbeiða ólønt fyri Føroysku Filippinsku Tænastuna.

Til yvirlit yvir ofta spurdar spurningar | TOP


5. SPURNINGUR:
Hvat fær barnið fyri sponsorpengarnar?

SVAR:
Sponsorgjaldið uppá 175 kr. umfatar útbúgvingina, skúlabøkur, skúlaheftir, blýantar, viskileður, linial, skúlatasku, regnklæðir til dreingir og paraply til gentur, skúlaklæðir, skógvar, sokkar, sjúkrakassa og í summum førum okkurt til matna og ferðaútreiðslur.

Til yvirlit yvir ofta spurdar spurningar | TOP


6. SPURNINGUR:

Hvussu leingi noyðist eg at hjálpa einum barni, um eg tekni meg sum sponsor?

SVAR:
Av tí at tað er kostnaðarmikið at lýsa í bløðunum eftir sponsorum og trupult at fáa myndir av børnunum á Filippinunum, vóna vit at øll, sum tekna seg sum sponsor fyri einum ella fleiri børnum gjalda sponsorgjaldið regluliga í 12 mánaðar. Tað meta vit at vera rímuligt, tí eitt barn og ein móttakarafamilja er í hinum endanum. Um ein himprast við at tekna seg at geva regluliga, kann ein í staðin geva gávur til arbeiði - einaferð ella fleiri ferðir. Allar gávur eru vælkomnar - eisini um tú heldur at tað eru "smáar" gávur!

Til yvirlit yvir ofta spurdar spurningar | TOP


7. SPURNINGUR:
Hvat fái eg at vita um barnið og familjuna, tá eg havi teknað meg sum sponsor?

SVAR:
Í flestu førum fært tú:
a) eina familjufrágreiðing við navnið á barninum, tess føðingardag og nøvn og føðingardagar á møguligum systkjum. Tú fært eina mynd av barninum, tá vit hava móttikið brævfráboðan frá einum peningastovni um títt fyrsta inngjald.
b) navn og yrkið hjá mammu og pápanum ella møguligum verja. Upplýsingar um skúlagongd, arbeiðs og lønarviðurskiftir. Upplýsingar um búðstaðarviðurskiftir.
c) upplýsingar um serstøk viðurskiftir sum til dømis: at foreldrini eru skyld, at annað av foreldrunum er deytt, um foreldrini ikki eru fullfør, um pápin er drankari ella spælir lønina burtur og onnur viðurskiftir.

Til yvirlit yvir ofta spurdar spurningar | TOP


8. SPURNINGUR:
Hvussu nógvir sponsorar hjálpa einum barnið?

SVAR:
Bert ein sponsor er til hvørt barnið. Tí hevur tað stóran tídning, at sponsorarnir gjalda regluliga.

Til yvirlit yvir ofta spurdar spurningar | TOP


9. SPURNINGUR:
Kann eg hjálpa fleiri børnum?

SVAR:
JA! So nógvum sum tú vilt.

Til yvirlit yvir ofta spurdar spurningar | TOP


10. SPURNINGUR:
Kann eg hava samband við barnið og familjuna?

SVAR:
JA! Tú kanst skriva postkort ella brøv til teirra. Tú kanst eisini senda pakkar til teirra. Táið føðingardagar ella jól eru, kanst tú senda teimum gávur. Um tú vilt kanst tú vitja familjuna hjá barninum tú hjálpir á Filippinunum.
Barnið og foreldrini ella verjin senda í allar flestu førðum brøv til sponsorarnar av og á.
Summi hava als onga skúlagongd, summi hava sera lítla skúlagongd og onnur fáa ikki so lættliga fest á blað, tað tey hava á hjarta. Spyr ein sponsorbarnið ella familjuna um okkurt ávíst, kann ein tó rokna við svari. Møguleiki er nevnuliga fyri at skúlaleiðarnir og lærarnir kunnu festa á blað, tað foreldrini hava á hjarta, um so er at foreldrini biðja tey um tað.

Til yvirlit yvir ofta spurdar spurningar | TOP


11. SPURNINGUR:
Er nakað eftirlit við um tørvur er á hjálpini?

SVAR:
JA! Føroysk Filippinsk Tænasta fær bert upplýsingar um børn hjá fátøkum foreldrum, sum ikki hava ráð at gjalda skúlagongdina ella standa illa í tí og gjalda óregluliga.
Skúlaleiðarnir og lærarinir skulu í dagliga virksemi teirra hava eitt opið eyga fyri, um foreldur at onkrum barnið koma fyri seg fíggjarliga, so at tey gerast sjálvbjargin og kunnu gjalda fyri skúlagongdina hjá teirra egna barni. Hetta kann t.d. standast av at foreldrini hava fingið gott og vællønt arbeiði ella um tey hava flutt til annað stað.
Um so er, at ikki longur er neyðugt at hjálpa einum barni, heitir Føroysk Filippinsk Tænasta í flestu førðum á sponsorin, um at halda á sum sponsor fyri øðrum barni á bíðilistanum til at fáa ein sponsor.

Til yvirlit yvir ofta spurdar spurningar | TOP


12. SPURNINGUR:
Er nakað eftirlit við um hjálpin verður brúkt rætt?

SVAR:
Skúlarnir skulu senda váttan um at hava fingið fíggjarligu hjálpina og senda rokniskap fyri hvussu peningurin er brúktur. Harumframt skulu skúlarnir regluliga senda tíðindaskriv til Føroysku Filippinsku Tænastuna og greiða frá hvat fyriferst á skúlunum.
Um peningur verður brúktur til bygging skal serstøk frágreiðing vera um hetta og "budget" og/ella rokniskapur eisini sendast inn, um hvussu FFT stuðlar í byggingini.
Um gávur eru til børnini fáa skúlarnir nágreiniliga at vita, hvussu nógvir US$ skulu brúkast at keypa gávu til barnið ella familjuna. Fíggjarligar gávur til barnið ella familjuna verða ongantíð útgoldnar kontant. Í staðin skulu skúlaleiðarin ella ein lærari saman við foreldrunum, børnum og/ella verja fara til handils og keypa tað sum tørvur er á. Hetta er fyri at tryggja at annað av foreldrunum ella verjin ikki drekka ella spæla pengarnar burtur.
Um ein sponsorur ynskir at fíggjarligar gávur skulu útgjaldast kontant, skal FFT hava boð um hetta fyrst.
Hetta virkar væl, og fleiri sponsorar hava fingið myndir sum vísa børn og familjur saman við tí keypta.

Til yvirlit yvir ofta spurdar spurningar | TOP


13. SPURNINGUR:
Hvar á Filippinunum er virksemið hjá FFT?

SVAR:
Virksemi hjá Føroysku Filippinsku Tænastuni er á norðaru helvt av Luzonoynni á Filippinunum.
Skrivstovan hjá FFT á Filippinunum er í Bambang, Nueva Vizcaya landspartinum, har Rev. Conrado & Lilia Domingo búgva. Í tí landspartinum eru 3 skúlar, sum vit hava samband við. (Umframt at mong børn ganga í ymsum grundskúlum har.) Teir tríggir skúlarnir eru í Bambang, Comon og Sto. Domingo og allir eita Aurora Kinder School.
Við vesturstrondina liggur Caterman nær við býin Candon í Ilocos Sur landspartinum. Har er skúlin Mt. Zion Kindergarten and Nursery School undir leiðslu av Rev. Rick & Mercy Anciado.

Til yvirlit yvir ofta spurdar spurningar | TOP


Um børnini og familjurnar, sum fáa hjálp

14. SPURNINGUR:
Hvørji børn fáa hjálp?

SVAR:
Børnini, sum fáa hjálp gjøggnum Føroysku Filippinsku Tænastuna koma frá sera fátøkum heimum. Summi hava mist annað ella bæði foreldrini. Tey flestu hava tó bæði foreldrini. Men annað ella bæði kunnu vera óarbeiðsfør ella arbeiðsleys. Onnur foreldur hava arbeiði, men tað er láglønt og/ella óregluligt, so at inntøkan ikki er nóg mikið til, at tey kunnu senda øll børnini í skúla. Nógvar familjur eru so stórar at ein vanlig inntøka ikki er nóg mikið. Summi foreldur hava ikki ráð at gjalda fyri flutning til og frá skúla, tí tað er hættisligt at senda børnini langa leið gjøgnum skógirnar, og í regntíðini er ikki gangandi allastaðni hjá børnum. Fleiri hava ikki ráð at geva børnunum pening at keypa, so tey kunnu fáa nakað at eta í skúlunum. Matpakkar eru ikki væl egnaðir vegna meyrur og annað.

Til yvirlit yvir ofta spurdar spurningar | TOP



15. SPURNINGUR:
Eru børnini Føroysk Filippinsk Tænasta (FFT) hjálpir á einum barnaheimi?

SVAR:
Nei. Men í fleiri førum eru børnini undir verju av øðrum enn foreldrunum. Tað kann t.d. vera ein omma ella abbi, systkin hjá foreldrunum ella vinfólk, sum eru verjar fyri børnini, tí foreldrini ikki klára at forsyrgja sínum egnu børnum, ella tí tey hava eftirlatið børnini til familjuna og hava flýggja undan vánaðarligu tilveruni og ábyrgdini.

Til yvirlit yvir ofta spurdar spurningar | TOP


Um skúlarnir

16. SPURNINGUR:
Eru skúlarnir almennir?

SVAR:
Nei. Skúlarnir Føroysk Filippinsk Tænasta hevur samband við eru ikki almennir, men samkomur eiga teir. Men um samkoman ikki hevur grundskúla, fara børnini í almennar grundskúlar, tá tey eru liðug við privatu forskúlarnir.

Til yvirlit yvir ofta spurdar spurningar | TOP


17. SPURNINGUR:
Eru skúlarnir katólskir?

SVAR:
Nei. Skúlarnir Føroysk Filippinsk Tænasta hevur samband við eru ikki katólskir. Almennu grundskúlarnir eru heldur ikki katólskir, men eins og almennu skúlarnir í Føroyum eru undir ávirkan frá fólkakirkjuni, eru almennu filippinsku skúlarnir undir ávirkan frá katólsku kirkjuni.

Til yvirlit yvir ofta spurdar spurningar | TOP


Um fíggjarligu hjálpina

18. SPURNINGUR:
Hvør fær pengarnar? Er tað børnini ella foreldrini ella skúlin?

SVAR:
Tað er skúlin, sum fær 154 kr. av sponsorgjaldinum (les svar til spurning 26). Hetta er fyri at tryggja at sponsorgjaldið verður brúkt til tað, sum sponsorarnir gjalda fyri (les svar til spurning 5).
Um peningurin var handaður foreldrunum, vildu tað verið fleiri teirra, sum ikki høvdu brúkt peningin til skúlagongd og annað í samband við skúlagongdina og ei heldur sjúkrakassan.
Fleiri teirra høvdu uttan iva drukki ella spælt fyri peningin.

Til yvirlit yvir ofta spurdar spurningar | TOP


19. SPURNINGUR:
Noyðist eg at geva fíggjarligar føðingardags og jólagávur, tá eg eri sponsor?

SVAR:
Nei.

Til yvirlit yvir ofta spurdar spurningar | TOP


20. SPURNINGUR:
Hvussu langt frammanundan skal eg inngjalda eina gávu, fyri at hon skal koma fram til rætta tíð?

SVAR:
Um ein vil vera vissur í at inngoldin gáva skal koma fram til ávísan hátíðardag (føðingardag ella jól) er best at fylgja døminum niðanfyri.
Um hátíðardagurin er áðrenn 15. í mánaðinum, má inngjaldast á FFT konto 6460 4577770 seinast 20. í mánaðinum tveir mánaðar framman undan.
Dømi: føðingardagur 15.06. Inngjald seinast: 20.04.
Dømi: jólhald 18.12. Inngjald seinast: 20.10.
Minst til at viðmerkja nummarið hjá barninum. (Les svar til spurning 24.)

Til yvirlit yvir ofta spurdar spurningar | TOP


21. SPURNINGUR:
Kann eg senda pening til teirra í brævið?

SVAR:
Vit fráráða hesum kraftiga! Brøv og pakkar vera av og á opnaði av starvsfólkum hjá filippinska postverkinum. Um starvsfólkini á filippinska postverkinum fáa varðhugan av at peningur er í brøvunum frá sponsorunum hjá FFT fara heilt vist nógv brøv at vera stolin og oyðiløgd, eisini tá eingin peningur er í brøvunum.
Krossaðir kekkar eru heldur ikki tryggir! Teir vera stjolnir og falskar undirskriftir og mutur gera, at peningurin kann vera útgoldin til annan persón enn ætlaða móttakaran.
Um ein vil geva fíggjarligar gávur er best at senda tað gjøggnum Føroysku Filippinsku Tænastuna.
Ein kann eisini biðja um privatu kontoina hjá teimum ein hjálpir og gjalda fyri eina bankaflyting, men so átekur FFT sær onga ábyrgd av at peningurin verður brúktur til tað sponsorurin ynskir.

Til yvirlit yvir ofta spurdar spurningar | TOP


22. SPURNINGUR:
Kann eg geva eyka pening til mítt sponsorbarn hvønn mánaða?

SVAR:
JA! (Les svar til spurningarnar 23 og 24.)

Til yvirlit yvir ofta spurdar spurningar | TOP


23. SPURNINGUR:
Hvat er tað mesta eg kann geva mínum sponsorbarnið hvønn mánaða?

SVAR:
Vit seta einki hægstamark, tí talan er um neyð- og menningarhjálp.
Fyri ikki at gera nógv arbeiði til fyristøðufólkini vegna smáar upphæddir, heita vit á tey, sum ynskja regluliga at geva eyka gávur, um at geva minst 30 kr. eyka hvønn mánaða. Tað vil siga, at inngjaldið er minst 205 kr. hvønn mánaða.
Um FFT ikki frættir, um hvat ein reglulig gáva skal brúkast til, verður gávan fyrst og fremst brúkt til barnið. Men um familjan tørvar mat, fer peningurin sjálvandi til tað.
Um gávur eru til børnini fáa skúlarnir nágreiniliga at vita, hvussu nógvir US$ skulu brúkast at keypa gávu til barnið ella familjuna.
Í staðin fyri at útgjalda fíggjarligar gávur kontant skal skúlaleiðarin ella ein lærari saman við foreldrunum, børnum og/ella verja fara til handils og keypa tað, sum tørvur er á. Hetta virkar væl, og fleiri sponsorar hava fingið myndir sum vísa børn og familjur saman við tí keypta.
Peningurin verður ongantíð útgoldin kontant fyri at tryggja at annað av foreldrunum ella verjin ikki drekka ella spæla pengarnar burtur.
Um ein sponsorur ynskir at fíggjarligar gávur skulu útgjaldast kontant, skal FFT hava boð um hetta fyrst. Annars verður tað ikki gjørt.

Til yvirlit yvir ofta spurdar spurningar | TOP


24. SPURNINGUR:
Hví skal nummarið hjá barninum viðmerkjast á øll inngjøld í peningastovninum?

SVAR:
Nummarið hjá barninum skal viðmerkjast á øll inngjøld til børnini, tí at tað lættir sera nógv um fyrisitingina.
Um ein hevur nógv í móti at "gera barnið til eitt nummar", so kann ein eisini viðmerkja navnið. Men tá vit arbeiða við fleiri hundrað inngjøldum, er tað skjótari at skriva 7 tøl enn 2 ella 3 nøvn, fyri at finna rætta staðið at skráseta inngjøldini.
Vit í fyrisitingini arbeiða ókeypis í frítíð okkara

Til yvirlit yvir ofta spurdar spurningar | TOP


25. SPURNINGUR:
Er neyðugt at hava fasta flyting?
SVAR:
Tað er fyri at tryggja at børn við sponsorum fáa hjálp hvønn mánaða, at vit biðja sponsorarnar um at hava fasta flyting. Gjaldið uppá 175 kr. er fyri 12 mánaðar í einum árið. Um tað var 9 ella 10 mánaðar skuldi gjaldið verið hægri.
Um tú ert sponsor fyri einum barni, er tað fyri barnsins besta, at tú hevur fasta flyting. Vit síggja tíverri hvønn mánaða at onkur sponsorur hevur "gloymt" at gjalda til barnið, tí viðkomandi sjálv/ur skal fara í peningastovnin hvønn mánaða at gjalda fyri sítt sponsorbarn. Tá summarferiur eru eru fleiri, sum ikki syrgja fyri at sponsorgjaldið verður goldið. Hetta er sjálvandi keðiligt fyri okkum, men enn meiri skuffandi fyri barni og familjuna, sum ikki fáa hjálp. Tað er nevniliga eingin annar, sum betalir í staðin!

Til yvirlit yvir ofta spurdar spurningar | TOP


26. SPURNINGUR:
Hvussu nógv fer til fyrisiting av sponsorgjaldinum?

SVAR:
Av sponsorgjaldinum uppá 175 kr. fara 12% ella 21 kr. til fyrisiting hjá Føroysku Filippinsku Tænastuni. Restina verður sent til Filippinurnar. Á Filippinunum verður gjaldið býtt sundur millum Bambang og Catermansoleiðis sum vit boða teimum frá. Síðani verður peningurin til Caterman sendur. At senda peningin frá Bambang til Caterman kostar ikki meira enn eina postávísing.
Tað eru síðani fyristøðufólkini og starvsfólk á teimum triðmum høðusskúlunum, sum hava umsita peningin.
Tí er eingin stór skrivstova á Filippinunum at umsita sponsorpeningin. Hvør skúli hevur ábyrgd av sínum egna.

Til yvirlit yvir ofta spurdar spurningar | TOP


27. SPURNINGUR:
Kann eg geva eina gávu til arbeiði hjá FFT sum heild? Hvussu?

SVAR:
Tú kanst geva eina gávu til Føroysku Filippinsku Tænastuna uttan at viðmerkja hvat gávan skal brúkast til.
Tú kanst eisini geva til eitt serstakt endamál, sum tú hevur hjarta fyri at stuðla. Í FFT Tíðindum sæst hvørji tiltøk, ið krevja eyka stuðul frá fólki, og vit eru sera takksom fyri slíka hjálp. Tú kanst eisini spyrja okkum hvussu tað gongur við einum hvørjum, tú hevur hug at geva til, ella um tørvur er á hjálp til nakað serstakt.
Vit vilja ikki taka meira enn 12% av hvørjum 175 kr. í sponsorgjaldinum, og tí er altíð okkurt sum tørvur er á!

Tú kanst geva gávur til Føroysku Filippinsku Tænastuna við at :

inngjalda á konto 6460 457.777.0 ella

inngjalda á giro 9909 007.777.1

Til yvirlit yvir ofta spurdar spurningar | TOP


Um gávurnar

(Les eisini spurningarnar um fíggjarligar gávur: Um fíggjarligu hjálpina)

28. SPURNINGUR:
Er tað betri at eg gevi pengar, so tey kunnu keypa eina gávu, enn at eg sendi eina gávu í postinum?

SVAR:
Ja, í flestu førum um ein hugsar um hvussu barnið/familjan fáa mest burtur úr peninginum, tú vilt geva.
Um tú til dømis keypur eitt plagg til 100 kr. og skal senda tað í postinum kostar postgjald møguliga einar aðrar 50 - 100 kr.! Hesar 50 - 100 kr. í postgjaldi kundu tey keypt mat og onnur pløgg fyri á Filippinunum.
Um tú setti 150 - 200 kr. á FFT konto 6460 457.777.0 og viðmerkti at tað var gáva til títt sponsorbarn ella familjuna, fekk barnið/familjan fleiri pløgg, ella annað teimum tørvar, enn við at senda eitt plagg fyri 100 kr. í postinum.

MEN, tá hetta er sagt, skulu vit eisini viðmerkja, at persónliga sambandi millum sponsor og barn hevur stóran týdning. Kensluliga virði fyri sponsor og barnið kann ikki metast í krónum og oyrum, so vit latað altíð avgerðina upp til hvønn einstakan sponsor. Ger tað tú hevur hjartalag fyri!

Til yvirlit yvir ofta spurdar spurningar | TOP


29. SPURNINGUR:
Fáa tey gávurnar eg sendi?

SVAR:
Í flestu førðum ja! Um tú sendir brøv og pakkar fáa tey í flestu førðum, tað tú sendir teimum. Men tíverri hava vit eisini frætt um at pakkar og brøv ikki eru komin fram ella at stolið er úr teimum.
Um tú sendir fíggjarligar gávur, fáa tey tað teimum tørvar fyri gávurnar.
Les eisini svarið til spurning 23.

Til yvirlit yvir ofta spurdar spurningar | TOP


30. SPURNINGUR:
Noyðist eg at geva føðingardags og jólagávur, tá eg eri sponsor?

SVAR:
Nei.

Til yvirlit yvir ofta spurdar spurningar | TOP


31. SPURNINGUR:
Hvørjum hava tey brúk fyri?

SVAR:
Tey eiga ikki nógv, um tey vera hjálpt av Føroysku Filippinsku Tænastuni. Alt verður móttikið við tøkk.
Eitt meira nágreiniligt svar er: mat og klæðir! Tað er bíligari at keypa klæðir á Filippinunum enn í Føroyum.
Les eisini svarið til spurning 28.

Til yvirlit yvir ofta spurdar spurningar | TOP


Um bræva og pakkasamband

32. SPURNINGUR:
Hvussu er best at senda eina gávu fyri at hon skal koma fram?

SVAR
:
Best er at senda fíggjarligar gávur við at inngjalda á konto 6460 457.777.0.
Um tú sendir eina gávur í brævið ella pakka, er best at senda til adressuna hjá skúlanum og viðmerkja navnið og nummarið á barninum uttaná brævinum ella pakkanum.
Send ikki pening ella kekkar í brøvum ella pakkum! Les svar til spurning 21.

Til yvirlit yvir ofta spurdar spurningar | TOP


33. SPURNINGUR:
Noyðist eg at skriva brøv, tá eg eri sponsor?

SVAR:
Nei.

Til yvirlit yvir ofta spurdar spurningar | TOP


34. SPURNINGUR:
Kann eg senda bræv til familjuna eg hjálpi, sjálvt um eg ikki dugi enskt?

SVAR:
Ja, men tú mást fáa ta
ð umsett til enskt av onkrum tú kennir og síðani senda tað til skúlan, sum hevur samband við barnið tú hjálpir.

Til yvirlit yvir ofta spurdar spurningar | TOP


35. SPURNINGUR:
Hvat skal eg geva í føðingardags og jólagávu?

SVAR:
Les svar til spurning 31.
Tey verða sera glað um tú sendir teimum eina mynd av tær og/ella tíni familju. Filippinarar dáma væl at frætta um familjuna hjá tær, tí familjan hevur stóran týdning á Filippinunum.
Teimum dámar eisini væl at fáa myndir av Føroyum.

Til yvirlit yvir ofta spurdar spurningar | TOP


Ymsir aðrir spurningar

36. SPURNINGUR:
Halda tey jól, ella hvussu halda tey jól?

SVAR:
Tey halda jól. Tað er torført at siga, hvussu tey halda jólini, tí tað valdast um, um tey eru evangeliskt kristin, katolikkar, muslimar, budistar, trúgva uppá andar í náttúruni ella um tey eru spiritistar ella annað. Harumframt kunnu summi ikki halda jól, tí tey hava ongan pening, at halda jól fyri.
Um tú vilt hava eitt nágreiniligt svar, er best at spyrja familjuna, tú hjálpir, hvussu tey halda jól.

Til yvirlit yvir ofta spurdar spurningar | TOP


37. SPURNINGUR:
Hjálpir FFT bert børnum?

SVAR:
Nei.
Les svar til spurning 1.
Dagliga høðusarbeiði er at útvega sponsorar ella hjálparfólk at gjalda fyri skúlagongd og sjúkrakassagjald hjá børnum frá fátøkum filippinskum heimum. Í hesum sambandi er vert at leggja merkið til, at við tað, at fleiri børn gjalda fyri sína skúlagongd, verða lærarnir ikki undirløntir, fleiri lærarar fáa arbeiði á skúlunum og fíggjarligar gávur til børnini og familjurnar seta eisini gongd í fíggjarligu hjólini í nær samfelagnum.

Til yvirlit yvir ofta spurdar spurningar | TOP


38. SPURNINGUR:
Kann eg hjálpa einum trúboðara?

SVAR:
Ja! Tú kanst hjálpa einum trúboðara, og tú kanst hjálpa fleiri um tú vilt.
Um tú t.d. vilt hjálpa einum trúboðara, er bert at seta teg í samband við Føroysku Filippinsku Tænastuna, telefon 31 29 79, ella 75 509 509 ella við e-mail, og vit útvega upplýsingar um ein trúboðara, sum tørvar hjálp.

Vit hava frætt, at fleiri trúboðarafamiljur á Filippinunum hava minni at liva av enn tær 175 kr., sum sponsorarnir gjalda fyri eitt barn hvønn mánaða! Tín hjálp til ein trúboðara vil tí verða hjartaliga vælkomin!!!

Til yvirlit yvir ofta spurdar spurningar | TOP


39. SPURNINGUR:
Hví hevur FFT ikki konti í øllum peningastovnunum?

SVAR:
Fyrisitingin hjá Føroysku Filippinsku Tænastuni er ólønt og fáment. Tí royna hava vit valt bert at hava konti í teimum peningastovnum, sum eru í flest bygdum og býum í Føroyum.

Til yvirlit yvir ofta spurdar spurningar | TOP


40. SPURNINGUR:
Hví skrivar FFT Filippinurnar í staðin fyri Filipsoyggjarnar?

SVAR:
Vit skriva Filippinurnar í staðin fyri Filipsoyggjarnar, tí tað var vanligt málbrúk í Føroyum til uml. 1991. Tá byrjaðu føroysku fjølmiðlarnir at kalla Filippinurnar Filipsoyggjarnar. Vit hava onga ætlan um at skifta til nýggja orðið og ei heldur at broyta navnið á hjálpartænastuni til Føroysk Filipsk Tænasta.

Til yvirlit yvir ofta spurdar spurningar | TOP

Hevur tú aðrar spurningar viðvíkjandi Føroysku Filippinsku Tænastuni ella virkseminum, ert tú vælkomin at senda teir við E-mail.