Føroysk Filippinsk Tænasta (FFT)
Menu
Home Page
FFT
Um FFT
Spurningar og svar
Sponsorskipan
Tín hjálp
Sponsoravtala
Um familjur
Projektir
Skúlar
Myndasavn
Neyðhjálp
ðindi
FFT fólk
Kontakt
FFT in English


Hjálp einum barni!
Bert 5,75 kr um dagin!

Tú kanst hjálpa einum barni í eini fátækari filippinskari familju at fáa skúlagongd og at koma í ein sjúkrakassa við at tekna teg sum sponsor hjá Føroysku Filippinsku Tænastuni fyri 175 kr. um mánaðin.
Tú kanst skapa vón fyri eini betri framtíð við at geva 5,75 kr. dagliga. So gert tú eina góða gerð hvønn dag!

Uppýsingar um títt barn
Tá tú hjálpir einum barni gjøggnum Føroysku FilippinskTænastuna fært tú mynd av tínum egna sponsorbarni og navn, føðingardag og upplysingar um familjuna.
Bert ein sponsor er til hvørt barn.

Tíðindaskriv um arbeiðið
Tvær ferðir um árið fært tú FFT-Tíðindi, við frásøgn um hvussu tað gongur við arbeiðinum á Filippinunum. Tú kanst eisini lesa fesk tíðindi á síðuni FFT Net Nýtt. Greinar eru eisini um Filippinurnar í FFT-Tíðindum.

Hav samband við barnið
Tú kanst skriva til barnið, og brøv verða umsett til og frá enskum og frá ilocano (teirra máli).
So lærir tú familjuna og barnið enn betur at kenna. Tú kanst eisini geva føðingardagsgávur og jólagávur til barnið ella familjuna.

Góð ávirkan á framtíðina
Ein skúlaleiðari skrivaði um hjálpina frá sponsorunum: "Hjálpin er ikki bert nú, men hevur ávirkan á alla framtíðina hjá teimum. Tykkara hjálp gevur børnunum ein stóran møguleika fyri eini betri framtíð og betri útbúgving, sum minni heppin foreldur ikki kunnu geva sínum børnum."

Tín hjálp sum FFT-sponsor gerst munagóð, persónlig, ítøkilig, áhugaverd og spennandi.

NÚ kanst tú hjálpa!

Vit heita á TEG um at hjálpa einum barni.

Skúlagongd er ikki ein sjálvfylgja fyri hesi børnini. Tey leingjast eftir at onkur hjálpir teimum! Hjálp tú einum!
Nú hevur tú møguleika at byrja at hjálpa einum barni at læra at lesa, skriva, rokna og at hoyra um Jesus!
HJÁLP EINUM BARNI við at send Føroysku Filippinsku Tænastuni e-mail um at tú teknar teg sum sponsor fyri einum barni.
Tak eina góða avgerð. Vís tína samkenslu í verki! Eg vil tekna meg sum sponsor í dag! (
Prentað tekningarseðil og send í postinum.)

Tekna teg og inngjald sponsorgjaldið beinan vegin!
Tú kanst eisini tekna teg sum sponsor við at inngjalda 175 kr. pr. barn inn á konto 6460 457.777.06460 457.777.0 í Føroya Banka. Viðmerk: nýggjur sponsor.