Children.ph Familju frágreiðingar hjá FFT
Føroysk Filippinsk Tænasta (FFT)
Menu
Home Page
FFT
Um FFT
Spurningar og svar
Sponsorskipan
Tín hjálp
Sponsoravtala
Um familjur
Projektir
Skúlar
Myndasavn
Neyðhjálp
ðindi
FFT fólk
Kontakt
FFT in English


Familju frágreiding

Hvørt barn hevur eina familjufrágreiðing, um foreldrini, systkin, fíggjarstøðuna og arbeiðsskiftini hjá foreldrunum.

Umframt vanligu familjuviðurskiftini verður eisini greitt frá um onnur serstøk viðurskiftir gera seg galdandi. Hetta kan verða at annað av foreldrunum er deytt, at barnið býr hjá øðrum av foreldrunum ella øðrum í familjuni og mangt annað.

Allar familjufrágreiðingarnar eru á enskum og verða ikki umsettar, fyri at minka um umsiting okkara, og tí at nú skilja so nógv enskt, at um tú ikki skilur enskt so skilur onkur tú kennur so væl enskt at tey kunnu umseta fyri teg.

Vit fara bert at seta nakrar familjufrágreiðingar her, sum geva ein varðhuga um hvussu tær familjur tú kanst hjálpa hava tað. Hvør familjufrágreiðing er eitt Word dokument.
Vit royna sjálvsagt at kanna um virus er í dokumentunum, men átaka okkum onga ábyrgd í hesum sambandi, um so skuldi hent at at virus er í einum ella fleiri dokumentum og tað skaðar tína teldu ella nakað í telduni tú brúkar.