Føroysk Filippinsk Tænasta (FFT)
Menu
Home Page
FFT
Um FFT
Spurningar og svar
Sponsorskipan
Tín hjálp
Sponsoravtala
Um familjur
Projektir
Skúlar
Myndasavn
Neyðhjálp
ðindi
FFT fólk
Kontakt
FFT in English


Frágreiðing um FFT
Soleiðis var FFT stovnað

Føroysk Filippinsk Tænasta varð stovnað 30. juli 1990.
Árið fyri hevði eg verið á Filippinunum og gift meg við Jessicu, sum er frá Filippinunum.Tá ein hevur verið á Filippinunum og sæð hvussu fátæksligt tað er har samanborið við Vesturheimin, so fær ein hjarta fyri filippinska fólkinum.

Fleiri ferðir hugsaðu Jessica og eg um, hvussu vit skuldu hjálpa og kanska upplýsa onnur um støðuna og møguleikan at hjálpa fátøkum familjum á Filippinunum.

Loysnin kom av sær sjálvum. Verpápi mín Conrado Domingo hevur eina missiónsstøð við nógvum kristnum virksemi á Filippinunum, millum annað einum bíbliuskúla fyri innfødd. Hann er eisini við í hjálpararbeiði, tá náttúruvanlukkur henda. Sostatt var longu ein upplagdur møguleiki fyri samstarvi.

Jarðskjálvtarnir í juli 1990 høvdu miðdepil ikki langt frá har verfamilja mín býr, og tað var beinleiðis orsøkin til, at vit stovnaðu Føroysku Filippinsku Tænastuna.

Tað er lætt at arbeiða saman við fólki, ein kennur og veit gera eitt gott arbeiði. Vit vita og hava sæð sjálvi, at peningurin fer til tað, hann er ætlaður. Tí hevði eg dirvið at fara í holt við at stovna Føroysku Filippinsku Tænastuna. Verforeldrini høvdu longu nógvar royndir innan hjálpararbeiði áðrenn vit byrjaðu okkara virksemi.

Hetta er tryggjandi við tankan um syrgjuligu tíðindini, ið fjølmiðlarnir av og á bera, um at summi standa fyri ella arbeiða fyri hjálparfelagsskapum, og stinga alt í egnan lumma. Eg havi sjálvur himprast við at hjálpa gjøggnum ymsar felagsskapir, tí ein var ikki tryggur í at peningurin kom fram.

Eg hevði hetta í huga, tá vit fyrireikaðu stovnaninna av Føroysku Filippinsku Tænastuna. Hetta er ein orsøk til, at vit hava fleiri sløg av eftirlitið við skúlunum. Umframt eftirlit av ymsum sløgum, kunnu sponsorarnir skriva saman við foreldrunum, og á tann hátt kanna viðurskiftini sjálvir.

Vit hava kortini ongan ótta um at peningurin verður brúktur skeivt. Eingin av fyristøðufólkunum er meira enn í miðalstættini. Tey hava sjálvi hjartalag fyri sínum fólki, og geva burtur av sínum egna, tá tey síggja fólk í stórari neyð.

Vit kunnu tí róliga siga, at eingin gerst ovurhondsríkur av okkara arbeiði, men nógv fátøk fólk fáa vón og lívsmót, tá børn teirra fáa møguleika at ganga í skúla. Tað gleðast vit um!

Evangelisera samstundis
At senda menniskjaliga hjálp uttan at veita andaliga hjálp eisini halda vit vera skeivt.

Tí eru vit so glað um at vita, at børnini umframt at læra at skriva, lesa, rokna og at læra fólkasið og søgu landsins - eisini hoyra ein greiðan og glaðan boðskap um Jesus sum frelsara.

Vit hava frætt, at við tað at børnini ganga í skúla, eru summi foreldur blivin frelst, tí tey síggja kærleika Jesusar í veruleikanum.

Harumframt ganga nógv fleiri fólk á møtir í samkomunum, sum hava skúlarnir, síðani vit byrjaðu at hjálpa børnum at ganga í skúla.
Foreldur og onnur gerast forvitin og vilja vita hvat samkomurnar annars fáast við.

Soleiðis verður evangeliið eisini boða til fleiri fólk, við tað at Føroysk Filippinsk Tænasta hevur virksemi á Filippinunum.

Hetta er bert ein stutt frágreiðing um hvussu Føroysk Filippinsk Tænasta byrjaði.

Vit at skriva nakrar ofta svaraðum spurningum um Føroysku Filippinsku Tænastuna niður. Men um okkurt er, sum tú ikki fart svar uppá á síðunum hjá FFT, ert tú hjartaliga vælkomin at seta teg í samband við okkum.

Blíðar heilsur

vegna Føroysku Filippinsku Tænastuna
Martin Reinert